Um Tøkni

Tökni veitir føroyskar talgildar loysnir til altjóða marknaðin, og niðanfyri er ein stutt lýsing av arbeiðsøkjunum hjá okkum.

Brúkaraupplivingar

Fyrsta stigið, tá ein telduskipan verður ment, er at staðfesta tørvin og at gera greitt, hvussu brúkaraupplivingin skal vera. Í Tökni gera vit nógv burtur úr at draga brúkaran inn í menningartilgongdina, og gera prototypur í samstarvi við brúkararnar, og brúka tað sum grundarlag fyri forritanini.

xd_280

Forritan

Fyri at fáa teldurnar at gera, sum vit vilja, er neyðugt at forrita tær. Í Tökni forrita vit bæði samvirknar heimasíðuskipanir, appir á fartelefonum og servaraskipanir. Vit hava nógvar royndir við at forrita læringsspøl, avgerðarstuðulsskipanir og datavisualiseringar, men hava eisini royndir við øðrum uppgávum.

react_280

Góðskutrygging

Feilir kunnu vera í øllum forritum, og fyri at økja um góðskuna á telduskipanum, er neyðugt við góðskutrygging. Í Tökni leggja vit okkum eftir at testa alt, ið vit forrita. Hetta verður gjørt við test-drivnari menning og altíð at skriva eindartestir. Harumframt hava vit førleikar at stýra yvirskipaðu góðskutryggingartilgongdini í størri verkætlanum.

xray_280

Rakstur og Leiðsla

Skal ein talgild loysn eydnast, er neyðugt at menningartilgongdin frá hugskoti til rakstur er skipað væl. Í Tökni brúka vit bæði siðbundna verkætlanarleiðslu og fima menning, alt eftir uppgávunum. Vit taka okkum eisini av at reka skipanir, bæði tøkniliga og umsitingarliga. Vit hava harumframt royndir við samskifti og útbreiðslu av granskingarúrslitum.

gantt_280